Brunsj við Ingvør Nolsøe
MP4A-LATM•Home de episódios
Manage episode 332026053 series 1137736
Conteúdo fornecido por Kringvarp Føroya. Todo o conteúdo do podcast, incluindo episódios, gráficos e descrições de podcast, é carregado e fornecido diretamente por Kringvarp Føroya ou por seu parceiro de plataforma de podcast. Se você acredita que alguém está usando seu trabalho protegido por direitos autorais sem sua permissão, siga o processo descrito aqui https://pt.player.fm/legal.
Ingvør Nolse er fødd í 1951 í Klaksvík, har hon vaks upp og búði, til hon sum átjan ára gomul flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg til Art Director innan marknaðarføring og samskiftið. Afturkomin til Føroya sum 25 ára gomul stovnaði hon Føroya fyrstu marknaðarføringsfyritøku "Teknistovan hjá Ingvør", sum seinni broytti navn til "Stephanssons hús". Fyritøkan var einaráðandi innan marknaðarføring í Føroyum í 10 ár. Ingvør hevur loyst nógvar ymiskar áhugaverdar uppgávur, staðið fyri átøkum, gjørt bløð, búðmerkir, etikettir og nógv onnur kreativ verk, sum enn síggjast ymsa staðni í føroyska samfelagnum. Frá ungum árum var Ingvør virkin innan friðarrørsluna, og hon hevur luttikið í stórari friðargongu í USA undir kalda krígnum. Gongan fór ígjøgnum 15 statir líka frá New York til Washington DC. Ingvør hevur eisini stríðst fyri javnstøðu og verið virkin í føroysku kvinnurørsluni. Hon var við til at stovna Kvinnufylkingina í 1976. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ingvør Nolsøe frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum hendingum og upplivingum, ið hava myndað hennara slóðbrótandi lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.
…
continue reading
50 episódios